Marmennilin avdúkaður í morgin

Marmennilin í Elduvík – standmynd sum listarmaðurin Hans Pauli Olsen hevur høgt – verður ikki avdúkað í dag sum lýst og ætlað, vegna veður.

Tað siga fyrireikararnir í fráboðan í morgun.

Á heysti í 2016 valdi Elduvíkar bygdar- og fornminnisfelag teir tríggjar Rasmus N. Hansen, Dánial Martin Hansen og Rodmund Nielsen í eina serliga nevnd, ið skuldi varðveita søgnina um Marmennilin í bygdini.

Tað er sera illfýsið norðanfyri í Eysturoynni í dag, og eftir at hava mett um veðurlíkindini nú, og fram eftir degnum, hevur nevndin á fundi í morgun tikið avgerð um, at flyta avdúkingina av standmyndini og alt haldið í hesum viðfanginum eitt samdøgur fram.

Harvið verður øll skráin, løgd til at vera í dag, flutt til í morgin – sunnudagin – hin 23. august - við sama innhaldi til somu klokkutíðir.