Marlon nýggjur arbeiðsformaður

Tað verður Marlon Kjærbo, ið framyvir skal røkja starvið sum arbeiðsformaður í Sumbiar kommunu. Tað skrivar kommunan á síni heimasíðu.


Marlon Kjærbo tekur við starvinum í samband við, at Jóhannes Nielsen, ið hevur røkt starvið seinastu árini, fer frá fyri aldur.


- Marlon hevur í fleiri ár arbeitt sum sjálvstøðugur timburmaður, hann tekur við sum arbeiðsformaður hjá kommununi 1. Juli 2016, skrivar Sumbiar kommuna á síni heimasíðu.