Markus Hellisdal verður partur av hópinum hjá Skála Ítróttarfelag komandi kappingarár. Tað boðar Skála Ítróttarfelag frá í kvøld.
Formaðurin í Skála Ítróttarfelag Jóannes Prestá skrivar soleiðis:
Í gjár undirskrivaði Skála ÍF sáttmála við Markus Hellisdal. Hetta er ein týðandi partur í fyrireikingum, nú felagið fyrireikar seg at flyta upp í bestu deild komandi kappingarár.
Markus er 21 ára gamal og hevur síni ungdómsár leikað við B36. Seinasta kappingarárið var hann partur av hópinum hjá EB/Streymi. Hann var við í 24 dystum og hevði eina leiktíð á 1549 min. í Betri Deildini.
-Vit fegnast um at Markus verður ein partur av felagnum komandi kappingarárið og ynskja honum hjartaliga tillukku við sáttmálanum, sigur Jóannes A. Prestá, formaður.











