Markovic tvey ár á Skála

Predrag Markovic, sum seinastu árini hevur vart málið hjá TB, skal spæla fyri Skála næstu tvey árini. Heimasíðan hjá Skála skrivar, at felagið nú um dagarnar gjørdi eina tvey ára avtalu við Markovic.
- Tað er einki yvir at dylja, at Predrag er fram úr góður málverji. Hann hevur mangan roynst tvøramonnum stinnur, og nú vóna vit á Skála, at hann fer at roynast okkum líka stinnur, skrivar heimasíðan hjá Skála.
Markovic skal loysa Vlada Filipovic av í málinum hjá Skála. Vlada hevur leikt við Skála seinastu tvey árini, men nú eru partarnir komnir ásamt um at fara hvør sín veg.