Predrag Markovic gjørdi fyrr í vikuni avtalu við B71, sum bindir hann at felagnum komandi kappingarár. Tað verður tískil serbiski málverjin, sum skal loysa av Símin Rógva Hansen millum stengurnar hjá sandoyingum. Tað skrivar heimasíðan hjá B71.
31 ára gamli Predrag Markovic hevur verið í Føroyum í fýra ár. Seinastu trý árini hevur hann leikt við Skála. Undan tí royndi hann seg í TB. Nú verður tað á Sandoynni, har hann ætlandi skal vera við til at lyfta felagið upp aftur í bestu deildina.