Konsert við Marknaliðnum ( Harkaliðið )
og Vágaverk verður leygarkvøldið 1. september kl. 20:00 í Norðurlandahúsinum.
Báðir bólkar eru kendir fyri síni eyðkenni. Marknaliðið sum ein longd søga av Harkaliðnum, og Vágaverk sum eitt slag av nútíðar berara av vága-soundinum, sum Tinganest løgdu lunnar undir.
Marknaliðið hevur part av upprunamanningini í Harkaliðnum við, og í Vágaverk er íslett úr Tinganest við, - teir, ið kjølfestu vágaljóðið av fyrstantíð.
Marknaliðið: (Annika Hoydal, Jógvan Dahl, Eyðun Hansen og Kaj Johannesen) .
Vágaverk: (Sámal Ravnsfjall, Jóan Jakku Guttesen, Finnur J. Johannesen og Holgar Jacobsen)
Bólkurin MARKNALIÐIÐ hevur spælt saman síðani 2003 og er, sum heitið eisini sipar til, eitt sindur í slekt við kenda Harkaliðið, sum í fleiri enn 20 ár spældi saman og luttók í 1979 í danska Melodi Grand Prixnum við sanginum "Aldan". Tveir av tónleikarunum í Harkaliðnum, Annika Hoydal og Jógvan Dahl, mannað nú bólkin Marknaliðið saman við Eyðun Hansen og Kaj Johannesen. Annika Hoydal varð í 2003 biðin um at syngja í norðurlendskum høpi og fekk tá Jógvan, Eyðun og Kaj at spæla saman við sær. Síðani hava tey spælt m.a. á G!Festivalinum og í Vestmanna til konsertina "4 Stjørnur". Bólkurin spælir sangir hjá Anniku umframt traditionellan føroyskan tónleik.
Bólkurin VÁGAVERK er ein serføroyskur bólkur, ið sameinir tað sokallaða Vágaljóðið og bluesljóðið. Manningi er øll úr Vágum. Sámal Ravnsfjall Sang Akk guitar munnharpu, Jóan Jakku Guttesen Sang og Bass Finnur J Jacobsen Trummur og sang og Holgar El guitar og sang.
Jóan Jakku og Sámal hava skriva fleiri av fremstu hittum í nútíðar føroyskari tónleikasøgu, so sum Medistari í karry, 1001 nátt, À trappuni hjá Lenu,og fleiri.
Limirnir í bólkinum eru í sera góðari venjing, og standa avgjórt í fremstu røð av tónleikarum í Føroyum.
Síðst bólkurin framførdi var á Sørvágs Country og Bluse festivali og stendur henda framførslan sum ein tann besta á Festivalinum.