Marknagilvegurin lá fyrr nakað omanfyri Havnina. Síðani gjørdist hann alt meira partur av vanliga vegakervinum, sum ferðslutrýstið vaks.
Í longri tíð hevur henda týdningarmikla lívsæðr, tá um ferðslu ræður, verið tikin úr vanliga kervinum, tí arbeitt hevur verið við at dagføra vegin og skoyta hann í Ringvegin, ið liggur runt Havnina.
Hugskotið við hesum veg kring býin er at taka nakað av trýstinum av ferðluni í miðum ýnum.
Í meðan arbeitt hevur verið uppá Marknagilsvegin, hevur hann av og á verið heilt stongdur. Hetta hevur ført alla ferðsluna oman í býin, har mangan hevur verið trongt og ruðuleikakent, nú nógv virksemi er í landinum og eina mest í miðstaðarøkinum og høvuðsstaðnum.
Men nú er ein glotti fyri framman hjá eimum, ið sleppa skjótari fram við at nýta Ringvegin, Marknagilsvegin. Ella hjá teimum, ið mugu í gjøgnum Miðbýinun í bili, ella á annan hátt.
Marknagilsvegurin verður brátt liðugur og sostatt nýtist bert teimum, ið avgjørt mugu oman í býin, at fara tann vegin. Hjá øðrum liggur helst væl fyri at taka annan veg, t.d. nýggja og breiða Marknagilsvegin.
Koyrandi í ár
Býráðsformaðurin í Havn, Levur Hansen, sigur, at væntandi verður koyrandi eftir Marknagilsvegnum í ár. Tó kemur arbeiðið við at gera síðuvegir og annað at halda fram meginpartin av komandi árinum.
Arbeiði byrjaði í 1996 og er partur av Ringvegsætlanini.
Leivur Hansen sigur, at ætlanin var at leggja Ringvegin suður um Landssjúkrahúsið og knýta í vegin, ið gongur oman á Skipasmiðjuna. Man har komu friðingarmyndugleikar uppí.
Nú verður arbeitt við øðrum loysnum og t.d. eru ætlanir um at taka burtur nøsina, ið er til stóran ampa fyri ferðsluna úti við Landssjúkrahúsið og Sandagerð.
Niðan á Hamaran
Tá arbeiðið uppá Marknagilsvegin er liðugt einaferð komandi ár, verður væntandi farið undir at gera vegin niðan á Hamaran á Argjum.
Rundkoyring skal gerast, har Marknagilsvegurin og Velbastaðvegur hittast. Síðani skal vegur gerast yvirum, við kirkjugarðin, og skal so knýtast í vegin niðan á Hamaran. Sum er, má koyrast inn í túnið hjá Fíggjarmálastýrinum, fyri at sleppa niðan á Hamaran, og viðmerkir Leivur Hansen, at hetta er ikki haldgóð loysn.
Men hann væntar, at hetta verður loyst, tá arbeiðið uppá Marknagilsvegin er liðugt komandi ár.