Jákup Mikkelsen heitir nú á løgmann um at taka alt Marknagilmálið upp til viðger á samgongufundi.
- Orsøkin er, at alt ov nógvar útmeldingar eru komnar frá einstøkum tingmonnum, bæði í samgonguni og í andstøðuni, so eg haldi, tað er tíð upp á, at vit fáa avgreitt hetta málið endaliga, sigur Jákup Mikkelsen, formaður á Tingi hjá Fólkaflokkinum.
Hann heldur, at málið er alt for týdningarmikið til, at einstakir tingmenn brúka tað til at profilera seg við.
- Tí eigur samgongar at taka ein fund um málið, har øll viðurskifti verða umrødd, so vit fáa eina samlaða loysn á málinum, sigur Jákup Mikkelsen.
Hann heldur annars, at tað er alneyðugt, at Marknagilsdepilin verður bygdur, ongantíð ov skjótt, tí hølistrupulleikarnir eru ótolandi, og tí má skúladepilin koma sum skjótast.
- Løgmaður hevur sagt, at samgongufundurin verður í komandi viku, og tað fegnist eg um, sigur Jákup Mikkelsen.