Marknagil gongur eftir ætlan

Hóast nógvar og ofta mótstríðandi útmeldingar um skúladepilin í Marknagili, so gongur málið sína upprunaligu gongd, og væntandi verður spakin settur í komandi vár

Tað kann virka eitt sindur ørkymlandi, at tað við jøvnum tíðarbilum koma fram útmeldingar viðvíkjandi Skúladeplinum í Marknagili.
Og tað er ikki bert andstøðan, ið vil hava okkurt øðrvísi, men samgongulimir eru eisini farnir at muta ímóti eftirhondini drúgvu ætlanunum um Skúladepilin í Marknagili.
- Málið hevur alla tíðina verið, at halda okkum innan fyri karmarnar, ið lagdir eru, á 391 milliónir fyri sjálvan skúlan, og so 60 milliónir krónur í innbúgvi. Og tað fara vit framhaldandi at royna at halda okkum til, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður.
Tilboð eru komin inn upp á byggingina, og Landsverk, sum er ráðgevi hjá Mentamálaráðnum, samráðist í løtuni við tilboðsgevararnar, um at klípa av prísinum.
- Eg havi framvegis vónir um at koma niður ímóti teimum upphæddum, sum upprunaliga var talan um, sigur Bjørn Kalsø.
Tilboðini hava ligið nakað væl oman fyri tað, sum sett varð av til byggingina, men sambært landsstýrismanninum manglar ikki nógv í, at kabalin gongur upp.

Gott samstarv
Umframt, at samgongulimir hava hug at draga í land, og ein nýggjur og rættiliga spennandi spælari komin á vøllin, nevniliga Tórshavnar kommuna.
- Nú hava vit í allari tilgongdini havt eitt gott samstarv við Tórshavnar kommunu, og vit samskifta javnan. Og kann kommunan hjálpa til, so er tað jú nakað, vit altíð kunnu tosa um, sigur Bjørn Kalsø.
Men um tað kemur so vítt, sum at kommunan verður ein beinleiðis fíggjarligur partur í verkætlanini er tó ilt at siga.
- Samráðingarnar við tilboðsgevararnar ganga væl, og vit eru nær við at vera har, at tað fer at gagna fíggjarliga. Vit miða ímóti at seta spakan í komandi vár, og tann tíðarætlanin skuldi kunna hildið, sigur Bjørn Kalsø.
Landsstýrismaðurin leggur aftrat, at vóru ikki fíggjarligu ivamálini verið komin í vegin, var hann langt síðani farin undir byggingina.
- Ætlanin er sum nevnt at fara í gongd í vár, staðfestir Bjørn Kalsø, landsstýrismaður við skúlamálum.