Marknaeftirlitið ikki slept

Inger Støjberg. Mynd: Polfoto.

Danska eftirlitið á markinum til Týskland verður ikki slept á hesum sinni. Inger Støjberg, danski ráðharri fyri útlendingaøkið, kunngjørdi í dag, at marknaeftirlitið verður longt við 10 døgum.


- Stjórnin metir enn, at marknaeftirlitið er neyðugt fyri at tryggja skil og trygd í Danmark. Vit skulu hava stýr á hvør ferðast inn í landið, og vit ynskja ikki at síggja stórar samanstúgvingar av flóttafólkum í Danmark, sigur Inger Støjberg.


Ráðharrin sigur víðari, at tað er metingin hjá stjórnini, at ólógligir útlendingar kunna hópast upp í Danmark, um eftirlitið verður slept nú.


Tað var 13. januar at stjórnin setti fyribils eftirlit í verk á týska markinum. Enn er eingin støða tikin til, um marknaeftirlitið verður longt útum teir tíggju dagarnar.  

Inger Støjberg. Mynd: Polfoto.

Inger Støjberg. Mynd: Polfoto.

Inger Støjberg. Mynd: Polfoto.

Inger Støjberg. Mynd: Polfoto.

Inger Støjberg. Mynd: Polfoto.