Marknaðardagur í Kunoy

Í dag er marknaðardagur í Kunoy. Tað er Bygdafelagið Vesturskin, sum skipar fyri.

 

Á skránni er eitt nú mattombola, ponyríðing, mini zoo, fiskikapping, kafé og eisini verður grillað.

 

Tiltakið byrjaði í morgun klokkan 11 og heldur fram til klokkan 16.


Húsið, sum Bygdarfelagið Vesturskin í Kunoy ræður yvir, varð bygt til tunnilsveitsluna, sum var í Kunoy í januar í 1987. Tá húsið varð bygt, lá tað í ætlanini, at tað skuldi takast niðuraftur.


Men, bygdarfólkið tók húsið til sín og setti tað í stand í 1993, tá Bygdarfelagið Vesturskin eisini varð stovnað. Síðan tá hevur húsið verið nógv útleigað til ferðavinnuna.


Nú 20 ár seinni var húsið niðurslitið, men hetta gjørdi  bygdarfólkið í Kunoy nakað við farna vetur, soleiðis at húsið í dag er ljóst og snotuligt og hevur fingið ein nútímans køk.

 

Úr Kunoy verður sagt í dag, at veðrið er av tí fagrasta, og umframt nevndu tiltøk, verða eisini lutaseðlar seldir, har møguleiki er at vinna eitt lamb til heystar.