Marknaðardagur á Strondum

Sunnudagin 19. novembur kl. 15.00 - 19.00 verður marknaðardagur í bygdahúsinum á Strondum

Marknaðardagurin er sera væl umtóktur bæði millum sølufólk og vitjandi. Seinnu árini hevur verið fullteknað við borðum ið hava selt alskins vørur, og sera nógv fólk hava vitjað marknaðin.

 

Í ár er einki undantak, tí einir 25 ymiskir básar hava boðað frá luttøku. Eisini verður møguligt at keypa kaffi/te og okkurt gott til matna.

 

Tað er ókeypis atgongd, og øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Fyrireikarnir minna á, at hava reiðan pening við.