Marknaðurin ræður

Við einum skrásettum marknaði eru flestu bindingar ella avmarkingar fyri ognarpartar burturbeindar

Virðisbrævamarknaður

 
Alt tos um at forða útlendskum uppkeypum, fer helst at hvørva, um talan verður um ein veruliga aktivan føroyskan virðisbrævamarknað. Hóast talan verður um ein føroyskan marknað, so kann eingin forða fyri, at útlendingar sýna hesum áhuga.. Kapitalur kennir ikki landamørk, verður ofta tikið til, og síggja útlendskir íleggjarar áhugaverdar íløgur á einum føroyskum marknaði, so kann handil eisini skapast tann vegin. Tað ber tó til at forða fyri, at øll partabrøvini verða seld einum og sama íleggjarar. Eitt nú kann ein avmarking gerast í viðtøkunum, har tað verður staðfest, at eingin eigari skal hava meira enn 20% av partapeninginum. Men tað vil so verða ein spurningur, sum verður upp til tað einstaka felagið, tá ein føroyskur virðisbrævamarknaður er komin upp at koyra.
                      Tí ein slíkur kemur. Tað man lítil ivi vera um. Spurningurin er so, í hvønn mun hesin kann virka til at skapa eitt meira dynamiskt føroyskt vinnulív, har gróðrarlíkindini hjá einstøku virkjunum kunnu betrast.
                      Tann parturin, sum hevur verið mest frammi í hesum sambandi, er uttan iva einsskiljing av almennu partafeløgunum. Her vil ein virðisbrævamarknaður vera ein upplagdur møguleiki, tá sleppast skal av við tær størru fyritøkurnar. Tað eru í øllum førum fáir íleggjarar, sum her og nú kunnu leggja fleiri hundrað milliónir á borðið fyri partabrøv í t.d. Føroya Banka, og her er ein virðisbrævamarknaður upplagdur møguleiki. Ikki minst tí útlendskur kapitalstreymur eisini fær atgongd. Bæði til at sleppa av við partabrøvini, at spjaða eigaraskarðan, og at tryggja gjøgnumskygni í handlinum.
                      Hartil er ein marknaður jú eisini háttaður soleiðis, at partabrævahandlar eftirfylgjandi vilja fara fram til tað, sum partabrøvini eru verd. Sjálvsagt ræður framvegis um hjá íleggjarum at síggja fyrimunir, vansar, vakstrarmøguleikar við meira í einstøku íløgunum, men í kraft av, at talan er um útboð kontra eftirspurning, so vil prísurin á marknaðinum altíð vera tann, sum marknaðurin er sinnaður at rinda.