Brússel: ? Ja, men du går bare over til blok G, tager elevatoren op på 11. etage og i lokale nummer 130 finder du os.
Tað er eftir øllum at døma ikki bara at siga tað at finna á bonaðu gólvunum í Evropatinginum. Staðsansurin hevur ongantíð verið sterkasta vápnið, og eftir hava gingið í stórfingna glasbygninginum eina løtu er tolið uppi. Eg ringi fyri at fáa hjálp at finna mannin, sum er orsøkin til mína bonaðu útferð í hjartanum av Evropasamveldinum.
Á steingólvinum trýtur ikki við álvarsomum andlitsbráum frá uppsnákaðum slipsamonnum við snotiligu dokumentmappum undir arminum. Her sæst einki til grønar búllajakkar, slitnar kovboybuksur ella piercingar. Nei, her eru øll í fínasta pussi ? bæði kvinnur og menn. Nossligt og yndisligt.
? Så færingen er kommet? Jeg har desværre et møde om 17 minutter, så du får desværre ikke mere end 17 minutter, sigur hann ? tann upptikni maðurin, ið heldur til á lon G, 11. hædd og í høli 130.
Hann er fyrrverandi danski forsætisráðharran, Poul Nyrup Rasmussen, sum í fjørsummar skifti Keypmannahavn og Christiansborg út við Evropatingið og Brússel.
Størri samskipan
13. juni 2004 fór 61 ára gamli Poul Nyrup Rasmussen undir ein nýggjan part í politisku søgu síni. Við meira enn 400.000 persónligum atkvøðum gjørdist hann stóri atkvøðuslúkurin, tá danir í fjør summar settu kross við, hvørji 14 umboð skuldu umboða Danmark í Evropatinginum.
Fyrrverandi danski forsætisráðharrin er eftir øllum at døma framvegis høgt í metum sum politikari, tí tá bólkurin fyri Evropeiskar Javnaðarlimir í Evropatinginum skuldi skipa seg, varð heitt á Poul Nyrup Rasmussen at standa odda fyri bólkinum, og hann var skjótur at taka formansuppgávuna á seg.
Frálíka valúrslitið og formanssessurin gjørdist ein verulig uppreisn fyri Poul Nyrup Rasmussen, sum valdi at fara frá sum formaður fyri Danska Javnaðarflokkin í úrtíð.
Hvat hevur tikið teg mest á bóli við broytingini frá at vera fólkatingslimur til tinglim í Evropatinginum?
? Satt at siga er tað, hvussu skjótt alt hevur gingið. Tað er ómetaliga spennandi at sleppa at royna seg í einum nýggjum politiskum umhvørvi. Eg eri blivin floksformaður enn einaferð, men hesaferð í einum evropeiskum og globalum rúmi, og tað er ótrúliga spennandi og ikki minst læruríkt. Eg læri eina rúgvu, tí hóast fleiri av trupulleikunum eru teir somu sum í Danmark, so verða teir við-gjørdir í nýggjum hami her niðri, svarar hann.
Í bólkinum hjá Javnaðartinglimunum eru í alt 32 ymiskir flokkar úr í teimum 25 limalondunum umboðaðir. Spurdur, hvør høvuðsmunurin er at samskipa ein bólk við í alt 32 ymiskum flokkum og ein fólkatingsbólk, svarar Poul Nyrup Rasmussen:
? Tann stóri munurin er, at í Brússel eru nógv fleiri sjónarmið, sum skulu samansjóðast, og tað fer við nógvari tíð og arbeiði. Ein annar høvuðsmunur er, at í Brússel verður ikki farið niður í smálutirnar í teimum ymisku málinum, men hinvegin verða málini viðgjørd meira yvirskipað.
Í Evropatinginum sita 732 tinglimir. Tinglimirnir sita ikki saman eftir tjóðskapi, men hinvegin eftir politiskari sannføring. Hetta hevur við sær, at eitt nú Javnaðarmenn ella teir Liberalu eru flokkaðir saman, uttan mun hvønn tjóðskap, teir hava.
Kristiligu Demokratarnir hava flestar tinglimir í Evropatingin-um, meðan bólkurin hjá bólkurin hjá javnaðartinglimunum er næst størstur. Teir 732 tinglimirnar eru býttir í átta tingbólkar.
Á slóðina
Fólk eru rættiliga vanliga ójøvn á máli, hvussu Poul Nyrup Ras-mussen stóð seg sum forsætisráðharra í Danmark frá 1993 til 2001. Á persónliga økinum fekk hann mangan ivasama skoðsmálið at vera ein stirvin, klombrutur teknokratur, sum ongantíð veruliga megnaði at vinna samkensluna hjá vanliga dananum.
Hansara leiklutur undir serliga bankamálinum og undir fullveldissamráðingunum hevur eisini havt við sær, at Poul Nyrup Rasmussen neyvan fer í søguna sum best lýddi forsætisráðharrin í Føroyum. Kortini stóð fyrrverandi formaðurin hjá Javnaðarflokkinum fyri fleiri politiskum frambrotum, tá hann stóð á odda fyri danska samfelagnum.
Serliga standa umfatandi ábøturnar á danska arbeiðsmarknaðinum eftir. Tá Poul Nyrup Rasmussen og Javnaðar-flokkurin tóku við stjórnarvaldinum í 1993 valdaði stórt ar-beiðsloysi í Danmark. Greipan Nyrup Rasmussen og fíggjarmálaráðharrin Mogens Lykketoft fóru gjøgnum heilt og settu fleiri nýggjar ætlanir úti kortið fyri danska arbeiðsmarknaðin. Úrslitini av átøkunum vóru góð, og millum annað eydnaðist at fáa í alt 200.000 fleiri fólk í arbeiði.
Fyrrverandi forsætisráðharrin vendir nú aftur á slóðina.
Sambært Poul Nyrup Rasmus-sen er fremsta uppgávan hjá ES í løtuni at loysa tær stóru avbjóðingar, ið standa fyri framman á arbeiðsmarknaðarøkinum.
? Vit hava í dag eitt arbeiðsloysi á 9% í Evropa, og tað er ómetaliga høgt. Millum annað hava vit í løtuni 5 mió. arbeiðsleysar familjur í Týsklandi, og tí er okkara fremsta uppgáva at skapa "more and better jobs", fortelur Poul Nyrup Rasmussen.
Hann vísir á, at tað er av alstórum týdningi, at ES-lima-londini komandi árini endurskoða arbeiðsmarknaðarpolitikkin, so evropeiski arbeiðs-marknaðurin fær lagað seg til herdu krøvini, sum økta altjóðagerðin hevur havt við sær.
Sammett við undanfarin ættarlið kunnu løntakarar í dag ikki vænta at arbeiða á sama arbeiðs-plássi, til teir fara frá við eftirløn. Gongdin er hinvegin, at vit á arbeiðsmarknaðinum skifta arbeiðspláss fleiri ferðir í lívsskeiðnum. Fremstu orsøkirnar til hesa broyting eru, at fyritøkur í dag áhaldandi flyta seg, bæði landafrøðiliga og ikki minst, tá ræður um framleiðslu, og hetta setur nýggj krøv til arbeiðsmeg-ina.
Meðan loyalitetur áður var gandaorðið, eitur gandaorðið á arbeiðsmarknaðinum í dagsins samfelag fleksibilitetur.
? Okkara besta svar til nýggju krøvini, ið altjóðagerðin setir okkum, er at betra okkara evni til at skifta arbeiði. Vit skulu snøgt sagt stevna miðvíst eftir at gera tann evropeiska arbeiðsmarknaðin til tann mest mobila í heim-inum, greiðir Poul Nyrup Rasmussen frá.
Flestu ES-limalondini hava í dag arbeiðsmarknaðarskipanir, ið veita løntakararunum trygd at varðveita sítt arbeiði á sama arbeiðsplássi alt lívið. Fyrrverandi danski forsætisráðharrin vil burtur frá hesum skipanum, tí tær eru ótíðarhóskandi. Nýggju arbeiðsmarknaðarskipanirnar eiga hinvegin at veita løntakaranum trygd undir broyting og ikki móti broyting.
? Trupulleikin við altjóðagerð-ini er, at tú hevur ikki sama arbeiði alt títt lív, og tí mugu hesar skipanir broytast. Vit skulu burtur frá at veita lønmóttakar-unum trygd í at varðveita sítt arbeiði, til at veita lønmóttakar-anum trygd, tá hann skiftir arbeiði. Vit skulu hava nýggjar skipanir, ið veita lønmóttakarum størri arbeiðsloysistuðul, tá hann skiftir arbeiði, vísir hann á.
Hann leggur afturat, at aðalmálið eigur at vera at gera munin millum gamla og nýggja arbeiðið hjá lønmóttakaranum so lítlan sum gjørligt. Hetta skal tryggjast við áhaldandi førleikamenning av okkara løntakarum og størri íløgum í bæði gransking og útbúgving, vísir fyrrverandi formaðurin hjá Danska Javnaðarflokkinum á.
? Vit staðfesta hvønn dag eitt hart trýst frá teimum borgarligu, ið áhaldandi vilja skerja almennu veitingarnar, meðan vit hinvegin ynskja at broyta tær. Javnaðarflokkarnar í Fraklandi, Italia og Týsklandi arbeiða í løtuni við at innføra nýggja arbeiðsmarknaðarpolitikkin í teirra stevnuskráir, og tí havi eg góðar vónir um, at vit fáa hesar týdningarmiklu broytingar í lag, sigur formaðurin í bólkinum hjá javnaðartingmonnunum.
Endurvinna valdið
Eitt veruligt valdsskifti er farið fram á altjóða pallinum seinastu 20 árini. Nationalstaturin, sum setti dagsskránna og hevði eftirlit við vinnulívinum, hevur av álvara mist fótafestið, og risastóru fleirtjóðafyritøkurnar gera í størri og størri mun sjálvar av, hvussu tær skipa seg uttan um politisku myndugleikarnar.
Fyritøkurnar virka ikki longur nationalt ? men globalt, og hetta hevur havt sær, at politisku myndugleikarnir renna aftan á stórfyritøkunum og kenna seg noyddar at taka undir við avgerðunum og ætlanunum, sum stór-fyritøkurnar stinga út í kortið. Frá at nationalstaturin hevði eftirlit við fyritøkunum, er hann í dag noyddur at geva seg undir stórfyritøkunum.
Valdsskiftið svíður hjá vinstra vonginum. Og hjá Poul Nyrup Rasmussen. Hann hevur kortini ongar ætlanir um at sita hendur í favn og lata stórfyritøkur og handilsmenn hava yvirlutan á politikaranum. Valdið á fyritøkunum skal snøgt sagt endurvinnast.
? Tað hevur ongantíð verið so stórur tørvur á politikki á altjóða stigi sum nú. Tað er burturvið at tvíhalda um, at nationalstatirnir missa alsamt størri sjálvræði til yvirnationalar felagsskapir sum eitt nú ES, tí í veruleikanum missa vit hvønn dag sjálvræði til óreguleraðu marknaðarkreftirnar. Seinastu mongu árini hava stórfyritøkurnar fingið frítt spæl. Einasti møguleiki hjá okkum at endurvinna sjálvræði er at nýta okkara royndir frá nationala statinum og yvirføra tær á altjóða stig, vísir Nyrup Rasmussen avgjørdur á.
Í strembanini eftir at endurvinna valdið metir Poul Nyrup Rasmussen, at tað er av alstórum týdningi, at altjóða stovnar sum ES, ST og WTO ganga saman og seta krøv til altjóða fyritøkurnar.
? Støðan í dag er, at marknaðurin er blivin harrin og ikki tænarin hjá fólkinum. Í PES (Bólkurin hja Evropeisku Javnaðarlimum í ES-tinginum, blðm) arbeiða vit í løtuni við at gera ein reguleringskarm, sum greitt tilskilar, at marknaður aftur gerst tænarin hjá fólkinum og ikki harrin, fortelur formaðurin hjá bólkinum Evropeisku Javnaðarlimunum.
Fyrrverandi danski forsætisráðharrin ímyndar sær eitt sterkt mið-vinstra altjóða samstarv millum ST, WTO, ES, IMF, WTO, Heimsbankan, sum skal tryggja, at politikararnir aftur fáa valdið á stórfyritøkunum.
? Vit mugu fyri alt ikki tosa um politiskar verkætlanir ella um politiskar stovnar, tí so renna fólk rópandi burtur. Vit mugu greiða fólki frá, at vit einaferð hava gjørt reguleringar á nationalum stigi, har vit fingu tryggjað, at marknaðurin var okkara tænari og ikki harri. Eins og vit tá gjørdu reguleringar á nationalum stigi, skulu vit gera tað sama á altjóða stigi, tí marknaðarkreftirnar hava flutt seg frá at vera nationalar til globalar, vísir Poul Nyrup Rasmussen á.
Er tað ikki eitt sindur góðtrúgvið at vóna, at tað fer at eydnast at samansjóða sjónarmiðini og ikki minst áhugamálinum hjá so stórum stovnum sum ST, WTO, ES, Heimsbankanum og IMF?
? Nei tað haldi eg ikki. Megna vit evropearar at standa saman, kunnu vit rættiliga skjótt ávirka skipanirnar tann rætta vegin. Tá eitt nú Heimsbankin ger av, hvørji lond skulu fáa búskaparligan stuðul, eigur USA í dag góð 25% av atkvøðunum. Størsti aktørurin í Evropa í dag, Týskland, eigur 7% av atkvøðunum, men leggja vit øll evropeisku londini saman, eiga vit brádliga 35 % av atkvøðunum. Við øðrum orðum kunnu vit uttan stórvegis hóvasták broyta avgerðargongdina í bæði Heimsbankanum og Valutagrunninum IMF, um vit evropearar standa saman, svarar fyrrverandi danski forsætisráðharrin.
Á rættkjøl
Innflytaraspurningurin er uttan iva eitt av heitastu politisku evnunum, sum hevur tikið seg upp seinastu árini. Serliga hevur orðadrátturin um innflytarar verið harður í londum sum Hollandi, Fraklandi, Eysturríki og Danmark.
Flokkarnir hjá Pim Fortyin, Jean Marie Le Pen, Jørg Haider og Piu Kjærsgaard hava veruliga fingið byr seinastu árini, og hetta hevur havt við sær, at meira siðbundnu flokkarnir hava tikið innflytaraspurningin í størri álvara.
Í Brússel verður innflytaraspurningurin eisini tikin í ramasta álvara. ES-limalondini ásanna, at tað er neyðugt við einum felagspolitikki fyri Evropa, sum fær innflytingina á rættkjøl, tí flestu stjórnirnar í Evropa ásanna, at innflytingin ikki hevur gingið eftir ætlan.
Fleiri evropeisk lond hava í dag stórar trupulleikar av at innflytarar ikki ynskja at integrera seg í londunum, tey flyta til, men hinvegin halda fast um siðir og mentan frá teirra heimlandi.
? Vi mugu seta nøkur felags minstukrøv fyri, hvussu vit integrera innflytararnar í okkara samfeløg. Hesi krøv skulu fevna um útbúgving, mál, felags rætt-indi og ein virknan arbeiðsmarknaðarpolitikk. Vit skulu krevja av innflytarunum, sum koma til Evropa, at teir læra seg málið, tí málið er lykilin til at koma á arbeiðsmarknaðin, heldur Poul Nyrup Rasmussen.
Hann heldur eisini tað er av alstórum týdningi, at Evropa økir sínar íløgur í teimum londunum, sum innflytararnir koma frá. Hetta skal hava við sær, at trýstið á Evropa gerst minni frá innflytarum úr miðeystri og norður-evropa.
? Fleiri og størri íløgur vilja bæði minka um trýstið og hjálpa hesum londum fyri "brain drain". Hóast vit hava eina mynd av, at tað eru tey, sum eru ringast fyri, ið flyta út, skalt tú vera fullgreiðir yvir, at tað eru tey, ið hava bestu útbúgvingina, sum fyrst velja at flyta. Hesi lond vilja tí eisini hava áhuga í, at tað verða skapt arbeiði og vøkstur í teirra londum, so tey ikki missa teirra bestu arbeiðsmegi til Evropa, greiðir hann frá.
Tað er ein sannroynd, at ein av fremstu orsøkunum til at Danski Javnaðarflokkurin misti stjórnarvaldið á heysti í 2001, var ein trilvandi innflytarapolitikkur. Hóast innflytaramál gjørdust eitt mál, sum vanligi danin hevði eina greiða støðu til, hevði Javnaðarflokkurin trupult við at hava eina greiða støðu.
Spurdur, um hansara støða í innflytaramálum í dag er ein viðurkenning av, at Javnaðarflokkurin sum stjórnarflokkur slakaði ov nógv á innflytaraøkinum, svarar Poul Nyrup Rasmussen:
? Størsti trupulleikin var, at vit viðurkendu alt ov seint, at trupulleikar vóru við innflytingini í Danmark. Eg eri í dag sannførdur um at innflytaraspurningurin verður best skipaður á Evropeiskum stigi, tí tað er neyðugt at vit fáa felags reglur á økinum, sigur hann
Fyrrverandi forsætisráðharrin nevnir, at tá kríggið í Kosovo og Balkan var í hæddini, vóru nógvir innflytarar upp gjøgnum Norðurevropa. Tá teir komu til pólska markið til Eystursjógvin, sigldu fýra ferð so nógv skip til Svøríkis sum til Danmarkar.
? Sviiar fingu við øðrum orðum fýra ferðir so nógvar innflytarar sum vit í Danmark. Hetta er fremsta orsøkin til, at vit í Evropa skulu hava felags reglur, tí eingin kann góðtaka, at nationalar reglur raka grannan, sigur Poul Nyrup Rasmussen.
---
17 minuttirnir eru blivnir til ein góðan hálvan tíma. Vit hava verið víða um ? ja møguliga ov víða. Á reyðu mappuni, sum hevur ligið framman fyri honum alla samrøðuna, síggi eg, at hann hevur fundir allan seinnapartin.
Eftir góðar átta mánaðir sum ES-tinglimur er Nyrup Rasmussen við at gerast vandur í Brússel, og tað má vera nakað síðan hann viltist á bonaðu gólvunum. Eg leiti mær úr skriv-stovuni, og vónirnar at finna út úr stórfingna bygninginum eru bara heilt góðar.