Magnus Jespersen er stjóri í Delta Seafood á Tvøroyri, sum eisini umsitir TG Seafood í Hvalba. Framleiðslan á Tvøroyri er saltfiskur, og á TG Seafood verður arbeitt við øðrum botnfiski, sum verður skorin og frystur.
- Tað er ógvuliga trupult við tí frysta, og tað er eisini trupult við saltfiskinum, tó at tað hevur verið heldur frægari at sloppið av við saltfisk. Spanski marknaðurin hevur verið hin størsti hjá okkum við saltfiskinum, og her hava vit selt nakað av toski. Hinvegin hava vit einki selt til Italia, har teir serliga plagdu at keypa longu og brosmu.
Magnus Jespersen vísir á, at í løtuni er marknaðurin ikki seljarans, men heldur keyparans, sum hann tekur til. - Vit skulu helst raka marknaðarprísin fyri at selja, og tað er so avgjørt ikki lætt í tíðum sum hesum, har einki er, sum tað var.
Hann vísir á, at franski marknaðurin plagar at vera álitið við upsanum, og pólski marnaðurin plagar eisini at roynast, men her er ongantíð verulig gongd komin á aftur. - Allir vilja selja, og seljarar undirbjóða hvønn annan. Tískil eru prísirnir eisini undir ógvuliga hørðum trýsti.
Magnus Jespersen sigur, at virkini, Delta Deafood og TG Seafood, hava ikki verið partur av hjálparpakkanum hjá landsstýrinum. - Nei, vit hava ikki verið í korona-skipanini. Onkur einstakur, sum hevur verið í vandabólki, hevur tó verið heima eftir hesi skipan, leggur stjórin aftrat.