Marknaðarrák: Ivi um USA

Farna vika var friðarlig á virðisbrævamarknaðunum. Ferðin á búskapinum í USA er lækkað nakað í ár, og dúgliga verður mett um, hvussu gongdin har fer at verða. Lyklatølini, ið vóru kunnjørd í farnu viku, góvu eina blandaða mynd av bæði Evropa og USA. Í USA heldur húsamarknaðurin á at kólna, eins og hann hevur síðan síðsta summar. Hinvegin hækkar nýtslan enn, eins og virkir halda áfram at økja um íløgurnar. Roknskapirnir fyri 2. ársfjórðing vóru góðir. Inntøkurnar hjá virkjunum hækkaðu 3%-stig meir enn væntað.

Lánsbrævarentur lækkaðar
Lánsbrævarentu hildu á at lækka í farnu viku. 10-ára rentan er nú 3,85%. Nú er væntandi, at renturnar fara at flyta seg nakað meir enn tær hava seinastu 4-5 mánaðirnar.

Roknskapur frá A. P. Møller - Mærsk
Í dag, eftir evstamarkið av Marknaðarráki, kunngerð A. P. Møller  Mærsk roknskapin fyri hálvárið. Í juni niðurmetti felagið metingarnar fyri 2006 orsakað av samanleggingartrupulleikum við P&O Nedloyd, sum Mærsk hevði keypt frammanundan. Lægri fraktratur og hægri rakstrarútreiðslur, orsakað av høga oljuprísinum, merktu eisini roknskapin tá. Kaupthing óttast, at samanleggingartrupulleikarnir ikki eru loystir enn og at hetta hevur viðført, at Mærsk aftur hevur mist marknaðarpart. Tískil er vandi fyri, at bingjuøkið hevur havt negativt árin á samlaðu inntøkurnar hjá Mærsk við áleið 1,1 mia. Mærsk væntar at samlaða úrslitið fyri 2006 verður 16 mia. Marknaðurin væntar 16,6 mia., men Kaupthing væntar at samlaða úrslitið verður 15,8 mia. Hetta er ein niðurmeting frá teimum áður væntaðu 17,5 mia.

Hesa vikuna
Hendan vikan verður hendingarík á virðisbrævamarknaðunum. Serliga í USA verður spennandi. Har fáa vit tøl fyri arbeiðsmarknað og prísvøkstur, umframt upprit frá rentufundinum hjá Fed. Hetta eru øll evni, sum dentur verður lagdur á fyri tíðina, so hetta kann alt flyta marknaðirnar.