Í summar fer marknaðarleiðarin í SvF úr starvi. Gunnhild á Rógvu Olsen, hevur verið marknaðarleiðari í Sjónvarpinum í eina tíð, hevur avgjørt at fara úr starvinum í summar.
? Tað er rætt. Eg vil fegin sleppa at royna okkurt annað, men hvat tað verður havi eg ikki avgjørt enn, men møguliga fari eg at útbúgva meg meira, sigur Gunnhild, sum hevur cand. merc. útbúgvin, og sum serliga hevur arbeitt við sølu og marknaðarføring seinastu tíðina.
Er orsøkin til at tú fert úr starvinum, at SvF hevur havt trupulleikar at fáa fíggjarliga partin at hanga saman?
? Tað er ikki beinleiðis orsøkin, men tað er ein partur av orsøkini. Tað er til tíðir sera strævið, at arbeiða á einum virki, ella stovni, sum ikki hongur saman fíggjarliga, tí tað avmarkar møguleikarnar at arbeiða við marknaðarføringini, sigur Gunnhild.
? Tað er nú einaferð so, at tá tú skalt undir eitt marknaðarátak, so kostar tað pening, og tað gloyma fólk mangan, sigur Gunnhild, sum kortini leggur afturat, at tað hevur ikki verið trupulleikin í SvF, men har hevur peningurin ikki verið tøkur.
Fíggarliga ábyrgd
Seinastu tíðina hevur Gunnhild kortini ikki bara tikið sær av tí marknaðarliga partinum hjá SvF, tí í eina tíð, hevur hon eisini havt ábyrgdina av fíggjarliga partinum, sum fekk so stór skot fyri bógvin seinasta summar, tá tað kom fram, at SvF var í álvarsligum fíggjarligum trupulleikum.
Tá kom fram, at SvF ongantíð hevur havt kreditorstýring, sum í flesstu førum er kravd, fyri at kunna hava eina neyva fíggjarliga stýring
? Vit eru farin undir at gera broytingar, soleiðis at vit betra um fíggjarstýringina, sigur Gunnhild, sum eisini fer at hava ábyrgdina fyri fíggjarliga partinum til hon fer frá í summar.
Bygnaðurin í SvF er soleiðis háttaður, at stjórin hevur alla ábyrgdina av rakstrinum, og higartil hava krøvini til stjóran ikki verið orða soleiðis, at hann skal hava eina fakliga útbúgving og eina fíggjarliga útbúgving, sum í mongum førum er treyting fyri at kunna hava fíggjarligu ábyrgdina av eini so stórari fyritøku, sum SvF í veruleikanum er.
Um hetta verður gongdin frameftir er óvist, men landsstýrismaðurin í mentamálum, Signar á Brúnni hevur sagt, at ein møgulig avleiðing av »fíggjaróskilinum« í SvF verður, at ein fíggjarligur leiðari skal setast.