Marknaðarlæra

Marknaðarlæra eftir Annfinn Zachariassen er komin út

Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út bókina Marknaðarlæru eftir Annfinn Zachariassen, lærara í Føroya Handilsskúla.
Bókin, sum ber undirheitið Søla og tænasta, er í fyrsta lagi ætlað undirvísing í handilsskúlunum, men hon er eisini hent hjá øllum teimum, ið fáast við handilsskap, og hjá okkum viðskiftafólki at skilja okkara egnu keypsatferð. Vit keypa og selja vøru og tænastu. Tað er týðandi táttur í gerandisdegnum hjá okkum øllum, og tað er lívsstarv hjá mongum.
Marknaðarlæra er greidliga sett upp, við nógvum kapitlum og strikumyndum. Aftast í bókini eru stuttar allýsingar av hugtøkum og fyribrigdum, og eisini er ein drúgvur leiorðalisti.
Kápumyndin er eftir Bárð Jákupsson, listamann. Hon er upprunaliga gjørd til Føroya Handilsskúla og er til skjals har. Ingi Joensen hevur sett kápuna upp.
Umbrotið bókina hava høvundurin og Poul Hansen, tøkningur. Repro-Z hevur havt reproarbeiðið og prentumsitingina um hendur.
Bókin er 212 blaðsíður stór í stórum arkabroti, og hon er innbundin.
Marknaðarlæra er at fáa í bókabúðunum fyri 248 kr.