Reykjavík:Lundin eigur at víkja eitt sindur í okkara marknaðarføring til fyrimuns fyri tað nútíðarsamfelagið, vit hava í Føroyum. Vit mugu ikki gloyma, at vit hava bæði caféir og náttarlív at vísa fram saman við náttúruni, sum kortini sjálvandi skal vera við, sigur Teresa Turidardóttir Kreutzmann, sum nýliga hevur latið upp ferðaskrivstovuna My Faroe í København.
?Nú skal tað ikki skiljast soleiðis, at eg haldi meg hava uppfunnið djúpa borðiskin. Soleiðis er ikki. Hann er langt síðan uppfunnin. Men tað ber kanska til at bøta eitt sindur um tilfarið, hann er gjørdur úr, og koma við onkrum nýggjum at blanda uppí, sigur hon.
Nógv av tí lýsingartilfari, vit síggja í føroyskum ferðafaldarum, er slíkt, sum gjørt er til málbólkin, sum er eldri enn 45 ár, sigur Teresa Kreutzmann. Tað er eisini í lagi, tí hildið verður, at hetta eru fólk, sum hava tíð og pengar at ferðast fyri. So tey skulu vit sjálvandi royna at fáa hendanveg.
Finna nýggjar málbólkar
Kanningar seinnu tíðinda hava víst, at málbólkurin, sum nevndur verður + 35 eisini hevur rímiliga nógvar pengar um hendur, og tey fólkini eru til reiðar at brúka hesar pengar at ferðast fyri.
Men tey fara ikki bara útferðir til Mykinesar at síggja lundar og so heim aftur at hvíla seg. Tey fara eisini í býin um kvøldið.
Hetta at fara út at eta eina tvær ferðir um vikuna og síðan halda fram onkrastaðni at stuttleika sær, er vorðið líkasum ein lívsstílur hjá hesum bólkinum, og honum halda tey á við. Eisini í feriuni.
So er tað ein annar bólkur, sum vit síggja ov lítið til her í Føroyum. Tað eru børnini, sigur Teresa T. Kreutzmann. Kanska tí, at tað eru ov fá tilboð til børnini í okkara lýsingartilfari, sigur hon.
Hon kundi hugsað sær, at meira varð gjørt burtur úr at lýsa við aktivum ferium, soleiðis at nakað var til børnini, sum fólk so kundu havt við sær, tá tey ferðast hendanveg. Tað hevði væl bara vaksið um almenna áhugan fyri at ferðast til Føroya.
Men tað krevur so eisini nakað væl av okkum sjálvum, leggur hon dent á. Millum annað tað, at vit klára at avlíva mytuna um, at tað er so dýrt at ferðast til Føroya, tí tað er tað ikki, um vit samanbera við onnur støð, sum bjóða nakað, sum líkist okkara tilboðum.
?Eg eri sjálvandi greið yvir, at tað er dýrari at koma til Føroyar enn til Mallorca úr Danmark ella Týsklandi. Men so eru tilboðini eisini heilt øðrvísi, og tað er ikki dýrari enn at fara so manga aðrastaðni, har fólk ferðast, sigur hon.
?Vit mugu hugsa kreativt og bjóðað fólki nakað serligt aftur fyri at koma til Føroyar at ferðast og brúka pengar. Millum annað eiga vit at marknaðarføra okkum upp á tryggar ferðir. Vit hava friðaligt umhvørvi og kenna einki til yvirgang, sigur Teresa T. Kreutzmann.
Dýrt at lýsa
Skulu vit hava nógvar pengar til Føroyar sum inntøku av ferðavinnuni, mugu vit gera okkum greitt, at vit eisini skulu brúka nógvar pengar at gera landið kent fyri. Tí tað kostar nógv at lýsa, so tað verður lagt merki til tað á heimsmarknaðinum, sigur Teresa T. Kreutzman.
Grønlendingar hava verið heilt ótrúliga hepnir í so máta, vísir hon á. Teir hava fingið eina óbetaliliga reklamu gjøgnum kongshúsið seinnu tíðina. Fyrst við krúnprinsinum, sum líkasum hevur tikið Grønland til sín, og nú ikki minst við krúnprinsessuni, sum ikki fær minni umtalu enn prinsurin.
?Alt, sum hon sigur og ger, verður varpað um allan heimin. Og har hevur Grønland verið rímiliga fitt uppií. Grønlendingar høvdu ongantíð klárað at goldið fyri alla ta reklamu, teir her hava fingið ókeypis, sigur Teresa T. Kreutzmann, sum heldur, at føroyingar áttu at boriða skjótt at og fingið prinsessurnar Mary ella Alexandru til Føroya nakað skjótt. Tað hevði givið afturljóð bæði nær og fjar. Eisini hinumegin knøttin, sigur hon.
Bæði politikarar og onnur, sum ganga við hugsanum um at vinna pening burtur úr ferðavinnuni, mugu gera sær greitt, at tað skulu brúkast nógvir pengar á økinum, og vera til reiðar at brúka teir. Vit vinna einki við discountloysnum, tí tær nytta einki, sigur Teresa T. Kreutzmann.
Stórt tilfeingi
Teresa T. Kreutzmann heldur ikki at tað er vágið at fara undir nýggja ferðavinnustovu, sum skal hava sum sermál at fáa fólk at ferðast til Føroya.
Tað er eitt stórt tilfeingi at taka av, sigur hon. Eitt nú eru rættiliga nógvir føroyingar i Danamark, sum relguliga ferðast til Føroya. Men teir ferðaðust ivaleyst kortini, um ikki ein nýggj ferðavinnustova bjóðaði seg fram. Tað eru heldur øll hini, sum ganga við tankanum, men ikki fáa ført hann út í lívið, sum sagt verður.
?Tú møtir ofta fólki, sum siga, at tey kundu so væl hugsað sær at farið ein túr til Føroya, men fáa ikki í lag. Tey kunnu kanska hjálpast á glið.
Og so eru tað øll hini, hon vil røkka, sum ongantíð, ella sera lítið, hava hoyrt um Føroyar. Teimum vil hon eisni hava fatur á og fáa at brúka sínar feriupengar í og uppá Føroyar.
Hon ætlar sær ikki í kapping um ferðafólkini. Heldur í samstarv við tey, sum frammanundan hava ávísan kunnleika á økinum. Eitt nú Smyril Line og Atlantsflog, sum flyta feðafólkini.
?Tey feløgini duga at skipa fyri tí partinum. So kunnu vit finna fólkini og vísa teimum til flutningsfeløgini, sigur Teresa Kreutzmann, frá ferðavinnustovuni My Faroe í København.










