- Vit ætla avgjørt ikki at lata ferðavinnuna fara fyri bakka, tvørturímóti ætla vit í tøttum samstarvi við Atlantsflog og Smyril Line at seta kós móti skynsamastu marknaðunum. Tað sigur Jacob Vestergaard, uttanríkisráðharri, sum vísir aftur, at almennu myndugleikarnar óvirknir lata ferðavinnuna fara fyri bakka.
- Marknaðarføring av Føroyum sum ferðamannalandi verður raðfest ovarliga, og vit skulu í tøttum samstarvi við vinnuna, serliga Atlantsflog og Smyril Line, stinga út í kortið, hvørja kós vit skulu halda, og hvørjar marknaðir, vit skulu dúva upp á, sigur Jacob Vestergaard.
Hann vísir á, at ein deild er sett á stovn at taka sær av marknaðarføringini.
- Tað vóru settar seks milliónir av í fjør og nakað minni í ár til endamálið at marknaðarføra Føroyar, og tað er hóast alt rættiliga nógvir pengar hjá inum so lítlum ráði, sigur Jacob Vestergaard.
Magni Arge, stjóri í Atlantsflog, eftirlýsti á miðdegi í Rás2, at gamla Ferðaráðið varð sett á stovn aftur, ongantíð ov skjótt, men hesum er acob Vestergaard ikki samdur í.
- Nei, eg haldi, at vit skulu halda fram eftir tí leisti, sum nú er stungin út í kortið, har tað almenna í samstarvi við vinnuna siktar eftir dygdarbestu marknaðunum og seta orkuna inn har, sigur Jacob Vestergaard.










