Seinnapartin skipar Margarinfabrikkin fyri marknaðardegi í Tórsgøtu í Havn, har ikki færri enn 80 fólk hava teknað seg til borð, umframt at tey ungu eisini hava virkað ymiskt. Borð eru sett upp inni í Perluni, Reinsarínum og á P-økinum millum Miðlahúsið og Reinsaríið. Har selja fólk gomul ting, brúktar bøkur, gomul klæði, heimagjørdar prýðislutir og ymiskt annað.
80 fólk hava teknað seg til borð, so har verður óivað nógv spennandi at síggja. Tey ungu í Margarinfabrikkini hava sjálv evnað øðrvísi oyraprýði til dagin, og eru sera spent at sleppa at selja burturav.
Møguleiki verður eisini at keypa ymiskt til matna. Marknaðirnir hava opið frá klokkan 13 til 18.