Marknaðardagur í Sandvík

Nú slaktið er av í øllum góðum hava tey í Sandvík tikið upp annan tátt.

Í Bygdarfelagnum hava tey í eina tíð arbeitt við at skipa fyri einum marknaðardegi í bygdarhúsinum, og hann letur upp í morgin klokkan 14 og er opin til klokkan 20.

Har verða alskyns heimavirkaðir lutir at fá, bæði bundið, handverk av ymsum slag og annað, umframt ymiskt til matna. Okkurt jólaligt verður eisini at fáa, eins og ymiskt annað er á skránni. Hetta er lagt upp sum ein hugnaligur dagur á bygd og tískil verður eisini okkurt undir tonnina.

Tey hava skipað fyri slíkum tiltøkum fyrr og tá plaga nógv fólk at koma saman.