Marknaðardagur og bókaútgávur við Gjógv

Tað hendir neyvan á hvørjum degi, at tvær nýggjar bøkur verða lagdar fram sama dag og so norðuri við Gjógv. Tað hendir tó leygardagin á serstøkum marknaðardegi í bygdini.

Henda dagin verður marknaðardagur hildin á Gjáargarði, har omanfyri 20 veitarar fara at sýna fram nakað av tí, sum tey sjálvi hava gjørt og evnað til.

Ein onnur stórhending á degnum verður møguleikin at hitta tveir bókaaktuellar gjáarmenn - Árna Joensen og Petur Jacob Sigvardsen.

Fyrri teirra hevur júst givið út bókina ?Góðan morgun - tað er politiið?, tá løgreglan gjørdi húsarannsóknir kring landið ein mikudag, fyri júst 16 árum síðani.

Bókin kemur út mánadagin, men gjáarfólk og onnur sum fara til Gjáar leygardagin, fáa høvið at keypa bókina og fáa hana signeraða av høvundanum.

Ein annar virkin rithøvundur er Petur Jacob Sigvardsen, sum í hesum døgum hevur givið út bókina ?Mær er sagt um ein stað?. Henda bókin, saman við bókunum um Gjáar søgu, Torvið í Føroyum og Hin heimurin verða eisini at fáa henda dagin.

Marknaðardagurin byrjar kl. 11, og sum ein part av skránni fer borgarstjórin í kommununi, Kim Durhuus at greiða frá ætlanini at byggja summarhús í bygdini. Møguleiki verður eisini at síggja bæði modell og tekningar av økinum.