Marknaðardagur í Gongugøtuni í Havn

Sunnudagin 24. august skipar Margarinfabrikkin fyri Marknaðardegi í Gongugøtuni í Havn. Endamálið við hesum degi er at skapa lív og hugna í miðbýin

Borð verða uppsett omaneftir Gongugøtuni, har fólk hava møguleika at selja t.d. gomul ting, brúktar bøkur, gomul klæðir, heimagjørdir prýðislutir o.a. Ætlanin er ikki at hava hoppiborg, karrusell, elastikkspring og líknandi. Leigan fyri hvørt borð er 200 kr.. Hesar 200 krónurnar fara í eina pulju, sum skal nýtast til eitt nýtt poolborð til Margarinfabrikkina. Peningin, selt verður fyri, fær seljarin sjálvur.

Í hesum tíðarskeiði verður Gongugøtan stongd fyri ferðslu.

Um tú hevur okkurt at selja, skalt tú senda ein mail til: fabrikkin@torshavn.fo

Í mailinum skalt tú upplýsa, hvat tú ætlar tær at selja, og hvussu nógv borð tú hevur brúk fyri. Freistin at senda inn mail er fríggjadagin 22.august. Starvsfólk í Margarinfabrikkini eru í summarfrí til 11. august. Um spurningar eru um eitthvørt, verða teir svarðaðir eftir hendan dato.