Skipað verður fyri maknaðardegi í skúlanum á Giljanesi tann 15. november. Har verður høvi hjá fólki bæði at keypa og selja eitt nú jólagávur.
Tiltakið verður skipað soleiðis, at fólk, sum hava eitthvørt, tey vilja selja, kunnu venda sær til onkran av fyrireikarunum og tryggja sær eitt pláss á marknaðinum, greiðir ein av fyrireikarunum, Marjun í Kálvalíð í Miðvági, frá.
Tiltakið verður hildið í fimleikarhøllini í skúlanum má Giljanesi, har borð verða sett upp, sum luttakararnir so kunnu keypa sær. Tað verður so luttøkugjaldið fyri at vera við í tiltakinum.
Tey, sum eitt nú hava okkurt heimavirki liggjandi, tey vilja sleppa av við, hava so eitt frálíkt høvi at vísa tað fram her, heldur Marjun í Kálvalíð. Somuleiðis heldur hon hetta vera eitt sera gott høvi hjá fólki at fáa keypt eitt nú jólagávur í góðari tíð.
Umframt tey søluborðini, fólk kunnu keypa sær, verður ymist annað til undirhalds.
Okkurt barnatiltak verður væntandi. Ongum nýtist at ganga svangur, tí ymiskt til matna fer at verða selt í gongini.
Og til undirhalds verður eisini eitthvørt áhugavert, sigur Marjun í Kálvalíð. Til dømis verður sjónleikafamførsla eisini á skránni hendan dagin, sigur hon. Og onkur alternativ mótasýning verður eisini at síggja hendan dagin á Giljanesi.
Tiltakið er ætlað at stuðla arbeiðinum við at seta Beitishúsini í Miðvági í stand. Beitishúsini eru húsini, har Mikkjal á Ryggi varð føddur, og sum Vága Dansifelag í dag eigur og arbeiðir við at seta í stand og ætlar at gera til ein mentanardepil í Vágum.