Marknaðardagur verður í Skúlanum í Kaldbak í dag, leygardagin klokkan 11-16.
Fyrireikararnir siga, at tað verður bæði nýtt og gamalt til keyps, heimagjørt og endurnýtsla.
Møguleiki verður at keypa drekka og okkurt søtt afturvið. Tann peningurin fer til barnaheimið COME í Sierra Leone, ið verður rikið av føroyingum, siga fyrireikararnir.