Hósdagin kunnu fólk fáa lestrarvegleiðing umborð á Smyrli og í Havn Tiltakið Markleys Útbúgving 2007/08 verður 27. september, og tá verður góður møguleiki hjá áhugaðum at fáa lestrarvegleiðing um útbúgvingar í Føroyum, Danmark og fleiri øðrum londum.
Tiltakið verður fyrst umborð á strandfaraskipinum Smyrli, og tá verður tað fyri teir elstu flokkarnar í miðnámsskúlunum.
Um kvøldið verður so sama tiltak á Handilsskúlanum í Havn, og tá eru øll sum hava áhuga fyri útbúgving hjartaliga vælkomin, sigur Altjóða Skrivstovan á heimasíðu síni.