Hósdagin verður tiltakið Markleys Útbúgving í Norðurlandahúsinum, har áhugaði kunnu fáa kunning um lestrarmøguleikar.
Tað er ikki bara í Føroyum og í Danmark, at føroyingar kunnu nema sær eina útbúgving. Eisini í fjarskotnum londum sum eitt nú Kina og Amerika ber til at nema sær eina útbúgvingin.
Tá ið tiltakið Markleys Útbúgving fer av bakkastokki hóskvøldið klokkan 19.30, so ber til at fáa meira kunnleika um hvørjir útbúgvingar møguleikar eru.
Eitt nú eru umboð frá lestrarstovnum í Avstralia og Nýsæland, Stóra Bretlandi, Fraklandi, Týsklandi, Amerika, Póllandi og Norra, og hesi fara at greiða frá hvørjir møguleikarnir eru.
Eisini ber til at fáa vegleiðing í hvussu ein søkir um stuðul, um MFS, og um Altjóða Skrivstovuna.
Tiltakið verður í Norðurlandahúsinum frá 19.30 22.00.