Spurningarnir eru nógvir, tá ið tað snýr seg um, hvat man ætlar sær, tá ið man er liðugur við skúlan.
Hósdagin vóru vit við til Markleysa Útbúgvingarmessuna umborð á Smyrli saman við 450 av elstu næmingunum úr miðnámsskúlunum í Føroyum.
- Vanliga hava næmingarnir eina greiða hugsan um, hvat teir í øllum førum ikki ætla sær at gerast seinni. Tá plagi eg at siga við teir: tá ið tú veitst so nógv um, hvat tú ikki ætlar tær at verða, so veitst tú kanska eisini í verðuleikanum okkurt um, hvat tú ætlar tær at verða. Soleiðis byrjar danskarin Jakob Lange fyrilestur sín, sum er settur at vara 14 minuttir.
Hesin fyrilesturin gongur fyri seg í Restaurant Beinisvørð umborð á Smyrli, har nógvir næmingar eru savnaðir fyri at hoyra um útbúgvingarmøguleikarnar í Danmark. Men, sum heitið á degnum eisini bendir á, so eru tað ikki bert útbúgvingar niðri, dagurin snýr seg um. Altjóða Skrivstovan, ið skipar fyri tiltakinum, hevur nevniliga valt at leggja dent á møguleikarnar at lesa í og uttan fyri norðurlond. Leiðarin á Altjóða Skrivstovuni í Føroyum, Holger Arnbjerg, sigur, at tað er ein stórur fyrimunur fyri samfelagið at hava onkran, ið hevur roynt okkurt øðrvísi enn øll hini.
Í døgurðasteðginum heldur Guðrið Hansdóttir eina áhugaverda konsert, ið tykist at dáma øllum næmingunum sera væl. Meðan konsertin er, hava vit eina pausu í tveir tímar, meðan allir teir útlendsku fyrilestrarhaldararnir koyra ein túr runt á Suðuroynni og hyggja eftir vøkru náttúruni har. Eftir steðgin er luftin tíverri við at vera rættiliga tung umborð á skipinum og hetta ger, at konsentratiónsevnini hjá nógvum er fallið so nógv, at tey liggja ymsastaðni runt og sløðast ístaðin fyri at fara til fyrilestrar. Men tá ið vit eru aftur í Havn kl. 16 og útbúgvingardagurin er at enda komin, sita vit eftir við einari kenslu av, at dagurin umborð á Smyrli hevur verið heilt væl eydnaður.