Markið fyri fosturtøku í Evropa er frá 10. til 24. viku

Í Svøríki ber til at fremja fosturtøku til 18. viku. Holland og Ísland hava longstu freistina, 22.-24. vikur

Tað er stórur munur á markinum fyri, nær ein kvinna kann taka abort, í ymsu londunum í Evropa. Í Danmark og í Noreg er markið 12 vikur. Í Føroyum er frí fosturtøka ikki loyvd. (Arkivfoto). - Foto: Signe Goldmann/Ritzau Scanpix

Danmark var eitt av fyrstu londunum í Vesturevropa at loyva fríari fosturtøku. Tað var í 1973, at tað var frítt at taka abort til og við 12. viku.

Niðanfyri eru dømi um fosturmarkið í ymsum londum í Evropa:

* Til viku 10: Kosovo, Kroatia, Portugal og Slovenia.

* Til viku 12: Albania, Bosnia-Hercegovina, Bulgaria, Estland, Grikkaland, Noreg, Sveis, Serbia, Slovakia, Slovenia, Kekkia, Ukraina og Eysturríki.

* Til viku 14: Belgia, Frakland, Luxembourg, Týskland, Rumenia og Spania.

* Til viku 18: Svøríki.

* Til viku 22: Ísland.

* Til viku 22-24: Holland.

Sambært uppskotinum um fría fosturtøku í Føroyum, sum nú liggur í Løgtinginum, so verður markið fyri fosturtøku í Føroyum eftir 12. viku, um uppskotið verður samtykt.

Keldur: etik.dk (Kristeligt Dagblad) og Center for Reproductive Rights.

/ritzau/