Pallborðsfundur um trúgv og vísindi verður í Føroyahúsinum týskvøldið 1. november kl. 19.30
Pallborðfundurin er ókeypis. Høvi er at byrja kvøldið við ræstum fiski, sum Føroyahúsið borðreiðir við kl. 17.30.
Pallborðsluttakarar
- Arni Zachariassen, bachelor í gudfrøði frá University of Aberdeen. Aktivur kjakari, bloggari og skribentur. Ein av stovnarunum av felagskapinum Dialogos.
- Anfinn Joensen, cand.scient í biokemi frá Københavns Universitet. Adjunktur í kemi, biologi og bioteknologi á Stenhus Gymnasium í Holbæk.
- Herman Christiansen, cand.mag í søgu og heimspeki frá Københavns Universitet. Freelance blaðmaður hjá Kristeligt Dagblad. Ein av stigtakarunum til Humanistafelag Føroya
- Fundarstjóri: Katrin Petersen, journalistur og verkætlanarleiðari hjá Vakstrarætlan Sandoy.
.
Markið millum trúgv og vísindi
Hvar gongur markið millum trúgv og vísindi. Henda spurning hava lærd fólk kjakast og skift orð um síðan antikkina.
Við trúbótini, upplýsingartíðini og serliga nú á okkara døgum er gloppið millum trúgv og vísindi vorðið størri. Fakfólk innan ymiskar vísindagreinar hava kjakast um, hvussu viðurskiftini millum trúgv og vísindi eiga at skiljast.
Í høvuðsheitum kann sigast, at trý grundsjónarmið eru innan hetta økið – nevniliga:
- Trúgv og vísindi kunnu ikki sameinast!
- Trúgv og vísindi hoyra til hvør sítt øki!
- Trúgv og vísindi eiga at samskifta hvør við aðra!
Hesar tríggjar yvirskriftirnar lýsa sjálvsagt ikki alt hetta økið, ið fevnir nógv breiðari. Á pallborðsfundinum 1. november verður høvi at hoyra meira um, hvat teir tríggir pallborðsluttakararnir standa fyri, og hvussu teir síggja sjónarmiðini hjá hvørjum øðrum.
Høvi verður eisini at seta lutakarunum spurningar innan umrøddað økið.
Sankta Ólavs kirkjuliðskipar fyri.