Markið millum Føroyar og Ísland er nú endaliga staðfest. Avtalan, ið staðfestir hvar sjó- og undirgrundamarkið liggur millum londini bæði, varð undirskrivað av løgmanni og íslendska uttanríkisráðharranum, Valgerður Sverrisdóttur, á middegi í dag.
- Eg eri stak væl nøgdur við avtaluna. Hon hevur verið leingi ávegis, sigur Jóannes Eidesgaard.
Semja var funnin um sjómarkið longu í 2002, men kortini hevur eitt ávíst grátt øki landanna millum skapt ávísar trupulleikar í sambandi við fiskiskapi. Umframt staðfesting av sjómarkinum, inniber avtalan eisini eina semju um undirgrundamarkið, og hetta kann hava týdning í sambandi við møguligari oljuleiting á økinum.
Gevandi fundur
Jóannes Eidesgaard er annars stak væl nøgdur við vinnuvitjanina í Íslandi. Mikudagin fundaðist hann við íslendska forsætisráðharran. Eitt av málunum til umrøðu var stríðsmálið um lodnuna. Íslendingar hava noktað føroyskum nótaskipum at landa lodnuna til matna, tí teir óttast fyri kapping. Hóast málið er eymt, tykist ein semja vera ávegis.
- Tú kanst siga, at lunnarnir fyri eini semju eru funnir. Væntandi fer Bjørn Kalsø at samráðast við íslendska fiskimálaráðharran í næstum, sigur Jóannes Eidesgaard.
Eitt annað áhugavert mál á skránni var nýggi fjarskiftiskaðalin millum Føroyar, Hetland, Orknoyggjar og Skotland. Sum skilst er íslendingar sera áhugaðir at vera við í samstarvinum, og hetta kom fram á fundinum mikudagin.










