H71 boðar á heimasíðu sínari frá, at felagið hevur gjørt avtalu við 24 ára gamla danan Peter Krogh, sum skal spæla við silvurvinnarunum komandi kappingarár.
Peter Krogh hevur verið í Føroyum og vant við H71-hópinum, og eftir vitjanina er avtala so gjørd við danan.
191 sentimetrar høgi Peter Krogh hevur áður spælt fyri feløg so sum Viborg HK, Aars, HK, Aalestrup IF og Randers HH. Við Viborg HK hevur hann millum annað roynt seg í bestu donsku kappingini.