Markantar broytingar í væntu

Á tíðindafundi í Tinganesi klokkan 15.30 kom fram, at onkrar markantar broytingar eru í væntu, nú Sjálvstýrisflokkurin er vorðin samstarvsflokkur hjá CHE samgonguni Nevndarsessirnir í Løgtinginum skulu skipast av nýggjum, og onkrar markantar broytingar verða, lovaði Jóannes Eidesgaard, løgmaður. Flokkarnir eru blivnir samdir um býtið av nevndarsessum, men hetta býtið skal leggjast fyri Løgtingið, áðrenn tað verður kunngjørt, júst hvussu býtið verður.

Tó er greitt, at Gerhard Lognberg ikki hevur verið roknaður við, tá nevndarsessirnir eru býttir, og at hann tískil nú er uttanfyri nakra veruliga ávirkan á førda politikkin. Ein telving skal tó fara fram við andstøðuna um nevndarbýtið, og einki er faslagt enn, men samstarvsflokkarnir eru blivnir samdir um nevndarbýtið.

Greitt er tó, at við einum størri tingbólki enn áðrenn, fáa samgongan og Sjálvstýrisflokkurin tilsamans fleiri nevndarsessir, enn CHE samgongan hevði áðrenn Gerhard Lognberg tók seg úr samgonguni.