Tilfeingisgjaldið eigur ikki inn í vanliga raksturin av føroyska samfelagið. Pengarnir, sum væntandi koma í landskassan frá tilfeingisgjaldi næstu árini, eiga í staðin at markast til ávís endamál, sum kunnu koma vinnuni til góðar.
- Tilfeingisgjaldið eigur at fíggja havrannsóknarskipið og gransking innan fiskivinnuna í breiðari merking, sigur Jóan Magnus Rasmussen, sum í sama viðfangi ikki dylir fyri, at hugsjónarliga er hann ímóti tilfeingisgjaldi.
- Slík gjøld eiga eftir mínum tykki at taka støði í yvirskotinum hjá vinnuni, sigur Jóan Magnus Rasmussen og heldur fram:
- Men tá vit nú eru farin at áleggja vinnuni slíkt gjald, samstundis sum vit hava fingið eina fyri Føroyar góða makrelavtalu, so rættvísger tað kanska henda leistin. Men eg síggi ein vanda í, um pengarnir bara fara inn í landskassan.
Við uppskotinum tveitir løgtingsmaðurin ein nýtt kort á borðið í telvingini um tilfeingisgjaldið. Tó so, partamaðurin Jacob Vestergaard hevur áður argumenterað fyri at pengar úr vinnuni eiga so ella so at brúkast til vinnuna
- Eg havi altíð hildið, at tilfeingisgjaldið eigur heldur at fara í ein grunn enn inn í renslið hjá landskassanum, sigur Jacob Vestergaard, sum tó ikki ætlar sær at røra gjørdar semjur:
- Landskassin er í slíkum forfatningi, at man heldur tað vera rætt at koyra nakað av tilfeingisgjaldi inn nú. So tað tilfeingisgjald, ið vit hava samtykt at taka inn frá vinnuni, fer alt í landskassan, sigur Jacob Vestergaard.
Somu fatan hevur Bill Justinussen:
- Taka vit tilfeingisgjaldið úr aftur landskassanum, so mangla hesir pengar til vælferðina. Og tað kunnu vit í Miðflokkinum ikki taka undir við, sigur Bill Justinussen.