Niðurlendski forsætisráðharrin, Mark Rutte, var seinnapartin hjá Beatrix drotning og boðaði henni frá, at hann fer frá sum stjórnarleiðari. Ta avgerðina hevur hann tikið, eftir at stjórnin fall um vikuskiftið, tá tað ikki eydnaðist henni at fáa undirtøku fyri at spara næstan 120 milliardir krónur á fíggjarlógini, sum ES hevur kravt.
-Stjórnin hevði ein sparipakka, sum vit als ikki kunnu taka undir við, sigur formaðurin í tí høgrasinnaða Frælsisflokkinum, Geert Wilders, og uttan stuðul frá hansara flokki fær stjórnin ikki meiriluta fyri sparingunum. Sambært Wilders var ætlanin hjá stjórnini at hækka pensjónsaldurin og at hækka meirvirðisgjaldið.
Politiskir eygleiðarar í Haag siga, at tað kann væl henda, at tann politiska ósemjan endar við tjóðartingsvali í summar.