- Bilurin byrjaði brádliga at siga frá, at selin var ikki spentur, og tí tók eg nótabøkurnar, sum lógu á setrinum. Men ístaðin fyri at tagna fór hann at larma uppaftur meira. Tá helt eg, at eg mátti steðga, men bremsan fór í botn uttan at ferðin minkaði. Tá kabinan samstundis fyltist við royki var greitt, at eg mátti sleppa úr bilinum, sum skjótast.
Tað sigur Marius Dam, kommunulækni í Vágum og organistur í Vestmanna kirkju, um hendingina, sum fór fram á Vestmannavegnum beint eftir middag í dag. Hann hevði verið í Vestmanna og spælt í kirkjuni og var á veg til hús aftur, tá bremsurnar á bilinum brádliga sviku og kabinan fyltist við royki.
Støðan gjørdist kritisk, tí alt hendi so skjótt, og tí mátti hann leypa úr bilinum áðrenn hann var steðgaður. Tí var tað heppið, at tað spældi so væl av, sum tað gjørdi.
- Eg fekk ikki steðga bilinum, tí allar bremsur sviku, ikki bara bremsan sjálv. Eg fekk heldur ikki ferðina av bilinum uppá annan máta, so eg mátti lata hurðina upp, og royna at minka um ferðina við fótinum. Tað gjørdi eitt sindur, men ikki nóg nógv, og so mátti eg bara passa mær løgir, stýra bilinum út av vegnum og sjálvur leypa út áðrenn hann fór útav, sigur Marius Dam í telefonini.
Ein góður tími er farin síðan hendingina, og Marius Dam er komin seg eitt sindur eftir skelkin. So mikið, at hann nú hevur fingið stundir at hugsa um, hvat kundi havt hent um illa vildi til.
- Tað var heppið, at eg var einsamallur í bilinum, tí hvat hevði hent, um eg hevði abbabørnini í bilinum eisini, spyr Marius Dam seg sjálvan.
Hann leggur afturat, at tað eisini var heppið, at tað var so mikið slætt har hann koyrdi, at bilurin ikki fekk nógv meira ferð, tí so hevði hann ikki sloppið so væl frá tí, sum hann gjørdi.
- Eg fekk bara nøkur skursl, og tá er væl sloppið, sigur Marius Dam.
Umframt nótabøkurnar fekk kommunulæknin sær telefonina úr bilinum og fekk boðað alarmsentralinum frá, men sløkkiliðið kundi ikki forða fyri, at bilinum kolaðist upp.
Myndarøð av bilinum hjá Mariusi Dam er at finna á síðuni her.










