Tað er eisini rætt, endurgivið, tá sagt verður frá Marjusi Dam, at hann metir Bárð Nielsen at gera politiskt sjálvmorð, um hann heldur fast við hasa ætlanina.
Tað er eisini rætt, at Marjus Dam hevur ikki skrivað tað. Tí tað hevur undirritaði eftir samrøðu við Marjus Dam. Men hann hevur sagt tað.
Tað, sum undirritaði hevur skrivað, skal Marjus Dam ikki taka aftur. Men hann má rokna við at verða endurgivin fyri tað, hann sigur við fjølmiðlarnar.
Tað er ikki rætt av Marjusi Dam í Degi og Viku at royna at fáa tað at síggja út, sum hann er skeivt endurgivin.
Tí Marjus Dam veit væl, at hann er rætt endurgivin.