Marjus Dam, arvtakarin hjá Alfred Hitchcock og Agathu Christie!

Alt síðani Alfred Hitchcock og Agatha Christie løgdu árarnar inn síðst í sjeytiárunum og fyrst í áttatiárunum hevur alheimurin bíðað eftir arvtakaranum hjá hesum báðum. Og í apríl í ár bleiv hann funnin!

Tá ið undirritaði vitjaði enska strandarbýin Torquay í apríl 1990 beyðst høvi at vitja heimið hjá Agathu Christie, ið har var lýst savn at vera. Ikki var tað frítt, at dæmin av ótta hvíldi yvir hesum staðið. Við blandaðum kenslum mátti ein bert staðfesta, at neyvan komu tvey aftur, ið dugdu eins væl at leypa ótta á fólk og skapa ræðumyndir, sum ensku meistarnir Agatha Christie og Alfred Hitchcock og tó.


A star is born

Í apríl í ár, júst átta ár aftaná hesar sveimandi tankar, er arvtakarin hjá Christie og Hitchcock funnin! Tað var vorðið, sum at fáa sterkan heilivág tá nývaldi tingmaðurin legði út í bløðunum aftaná liðugt løgtingsval. Nakað so myrkt og ræðandi sum ein undirsjóvartunnil var reseptin, ið hevði borið Doctor Dam inn á ting.

Og so kom tað skrivliga tilfarið vellandi; dimmir metaforar, leikandi retorikkur og sittrandi ræðsla. Hárini gerast til glerpípur, tá Marjus so meistarliga loypir ótta á ein. Í 20 ár hevur alheimurin bíðað eftir hesum - a star is born!

Men sum er, eru tað bert vit, ið búleikast her á landi, ið kunnu fáa henda spenningin við. Harmiligt er at tingið skal missa eina stóra persónligheit, og vágafólk ein góðan kommunulækna, men alheimurin má fáa lut í hesum ræðsluskaldskapi.


Filmshandrit

Marjus má sleppa at royna seg, filmsframleiðarar í Hollywood mangla góðar ræðusøgur, so tað er bara at halda seg framat og skriva filmshandrit. Ein kann longu nú ímynda sær ymisk filmsheiti á enskum: »A parasite on á foreign budget«, »Darkness all over«, »Sowing disbelief«, »Spending the danes money«, »Homerule forever«, »No changes or die!«, »Kill the selfrespeck«, »Doctor Dam and Mister Hyde«, »Rule and selfrule«.

Og øll høvdu vit verið naglabitin í kykmyndahøllini, men spurningurin er, hvussu nógvar ræðslusøgur vit klára aftrat teimum, ið longu eru komnar frá »Gysets mester nr. 3« Marjus Dam.

Vit bíða við ótta og bivan - og meiri spenningi.


Heri Á. Simonsen