Vestmannakvinnur staðfestu sína støðu sum oddalið í hvonndeildin í kvøld.
VÍF var á vitjan hjá Neistanum, og tað endaði við einum greiðum 33-24 sigri til VÍF. Í steðginum var VÍF á odda 19-12.
Aftaná dystin fekk frásøgumaðurin hjá Rás2, Tróndur Arge orðið á Marjuna Danberg hjá Neistanum.
Marjun Danberg var ikki so lítið speisk aftaná dystin: - Hetta gongur bara heilt væl, vit hava fimm áskoðarar eftir, segði Marjun við einum skeivum smíli.
Hertta eru øðrvísi dagar hjá neistakvinnum, sum nærum altíð hava verið ímillum topp trý liðini í føroyskum kvinnuhondbólti.
- Vit kunnu ikki altíð vinna, slær Marjun Danberg fast, og greiðir frá, at tað fer at taka tíð og tol at byggja upp av nýggjum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Marjuna Danberg aftaná dystin millum Neistan og VÍF.
VÍF er á odda við 31 stigum. Neistin er nummar fýra við 15 stigum.
Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við Mariannu Holm Jacobsen hjá VÍF hoyrist HER