- Eg haldi vit blivu eitt sindur dømdar niður. Tað var ikki líka fyri báðar partar. Orðini eigur Marjun F. Danberg, royndur spælari hjá Neistanum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Marjuna F. Danberg aftaná Marjun og liðfelagarnir høvdu spælt 17-17 ímóti Kyndli í tí seinnu FM-finaluni í hvonndeildini, og harvið tapt samanlagt, tí Kyndil vann 26-22 í tí fyrru FM-finaluni, sum var leikt farna mikukvøld.
Marjun F. Danberg heldur, at Kyndil hevði væl og virðiliga uppiborið at vunnið mikukvøldið, men í dag heldur hon, at Neistin var betur, og hevði uppiborið at vunnið, sum hevði gjørt tað neyðugt at spælt eina triðju FM-finalu í morgin.
Á tí sjálvkritisku síðuni heldur Marjun F. Danberg, at tær í Neistanum brendu alt ov nógvar góðar málmøguleikar.