Beint fyri jól vórðu Marjun Vilhelm og Páll Poulsen kosin ársins borgarar í Qaqortoq. Tey fingu heiðurslønina fyri teirra stóra virksemi fyri børnini og tey ungu í lokalsamfelagnum, segði dómsnevndin.
Páll Poulsen byrjaði sítt trúboðaravirksemi í 1963, tá hann saman við trimum øðrum klaksvíkingum, Jógvani Purkhús, Hans Sivertsen og Óla á Grømma, fór til Íslands. Seinni gekk leið hansara til Grønlands, har hann hevur virkað í fleiri umførum og í mong ár tilsamans. Saman við Hans Sivertsen byrjaði hann barnalegurnar í Nuuk í 1976 og seinastu árini hava Marjun og hann bygt upp barnalegurnar í Eqaluitfjørðinum, sunnan fyri Qaqortoq, millum annað við tilfari úr Føroyingahavnini.
Í takkarrøðu síni kunngjørdi Páll Poulsen, at peningagávan, 5.000 krónur, skuldu brúkast til at gera fótbóltsvøll.
Aftur í ár verður skipað fyri barnalegum í Equalitfjørðinum. 4. til 9. juli eru lega fyri 9 til 11 ára gomul úr Qaqortoq, 11. til 16. juli fyri 11 til 13 ára gomul úr Qaqortoq, 18. til 23. juli fyri 9 til 13 ára gomul av bygd og 25. til 30. juli ungdómslega, fyri ung 14 til 17 ár.
Marjun Vilhelm og Páll Poulsen siga, at tey vóna, at fáa nógv hjálparfólk til legurnar. Í ár verða nýggju starvsfólkahúsini væntandi tikin í brúk.