NÝGGÁRSGREIN
Gunnar Hoydal, formaður í rithøvundafelagnum
Væl færri føroyskar bøkur komu út hetta farna árið. Forløgini hava víst á óvissuna, sum broytt mannagongd í útgávustuðlinum hevur havt við sær, og aftan á tað stóra framstigið í fjør, tá ið Mentanargrunnur Landsins fyrstu ferð kundi geva listafólki arbeiðsfrið við starvslønum eitt munandi tíðarskeið, tykist stígur at vera komin í. Tann vøksturin, sum var ætlaður, so at arbeiðsumstøðurnar hjá okkum einaferð um nøkur ár kundi samanberast við tær, sum eru til dømis í Íslandi og Grønlandi, varð av ongum, og tann langt síðani fráboðaði mentanarpolitikkurin, ið orðast skuldi, varð jólatrøll aftur í ár.
Tó vóru meira enn so glottar, og allir føroyskir rithøvundar mundu gleðast um ta stóru undirtøkuna, sum báðar stuttsøgukappingarnar fingu. Í alt komu inn 80 stuttsøgur, eitt tal, ið sigur nakað um hugin og tørvin, sum er hesi árini at geva kenslum skap í orðum. Teirra millum var ein nýggjur høvundur, sum glógvaði í báðum kappingunum, Marjun Kjelnæs eitur hon, og tað er einki at ivast í, at frá hesari keldu er meira væntandi tey komandi árini.
Ein onnur Marjun gjørdi stórliga vart við seg í árinum. Kanska er hon bara brunnur enn, men eingin ivast í, at hon fer at renna og brenna um fá ár. 16. november 2001 er dagur, sum fer at verða skrivaður í landsins søgu. Eftir eitt drúgvt tíðarskeið, har Føroyar hava verið flotoyggjar og latið seg lokka og ræða í ymsar ættir, fingu tær fast í botn, bæði so og so, og tað verður hjá komandi rithøvundum at geva tí orð, hvat hetta fer at hava við sær fyri lív og kenslur, góðar sum ringar, í hesum landi.
Eg man ikki vera einasti rithøvundur, sum nú verður spurdur eftir einum orðaskifti, hvussu alt verður, og hvat vit eiga at gera, serliga fyri at verja móti hóttanum frá hesum nýggja og ókenda. Til tað er at siga, at tað hava verið so nógvar broytingar tann seinasta mansaldurin, til dømis við sjónvarpinum í hvørjari stovu, at hendan avbjóðingin man ikki vera størri enn aðrar, tvørturímóti tykist her at hava verið fyrireikað sjáldsama væl, bæði í fyrisiting og í fjølmiðlum. Hartil kemur at listafólk liva av avbjóðingum í fjølbroyttum og skiftandi ljósi. Men kortini er tann kjarnan eftir, sum so nógv hava víst á, tá ið tey eru spurd um oljuna: Okkara mál er okkara eyðkenni, tað mugu vit fram um alt fara væl við og ansa væl eftir.
Einki er so týðandi fyri tað livandi málið sum virkin og fjølbroyttur skaldskapur. Tað er ikki nóg mikið at varðveita málið, málið skal skapast alla tíðina og hvønn dag. Hetta er sjálvt verkevnið hjá føroyskum rithøvundum. Tí er tað umráðandi, at rithøvundar at fáa umstøður at arbeiða við føroyska málinum. Eingin í allari verðini ger tað fyri okkum. Tað ger eingin brunnur Marjun, men bara keldan, sum eitur so.










