Marjun nýggjur prestur í Klaksvík

Á kirkjuráðsfundi í Norðoya vestara prestagjaldi í kvøld innstillaðu kirkjuráðini Marjun Lómaklett í kallið sum sóknarprestur.

Á felags kirkjuráðsfundi í Norðoya vestara prestagjaldi í kvøld, hin 25. februar 2015, innstillaðu kirkjuráðini Marjun Lómaklett í kallið sum sóknarprestur. 

 

Tað er landsstýrismaðurin, sum endaliga tekur støðu til innstillingina og setir komandi sóknarprestin í embætið. 

 

Ætlanin er, at prestur verður innsettur skjótast gjørligt. Í næstu viku verður avgjørt, nær dómprósturin skipar sóknarprestin í embætið. 


Norðoya vestara prestagjaldi fevnir um fimm kirkjusóknir, Mikladal, Húsar, Kunoy, Árnafjørð og Klaksvík.

Fýra umsøkjarar vóru til embætið.

 

Tað veit www.folkakirkjan.fo at siga í kvøld.