Marjun Ziskason er sett í starv sum ritstjóri á Føroya Skúlabókagrunni -Vit eiga at leggja okkum eftir at hava gott og fjølbroytt tilfar, ið fevnir um allar innlæringshættirnar, sigur Marjun Ziskason, sum tann 1. august tók við nýggjum starvi sum ritstjóri á Føroya Skúlabókagrunni.
Nýggi ritstjórin mælir eisini til, at Skúlabókagrunnurin í størri mun leggur seg eftir at marknaðarføra tilfarið soleiðis, at tað verður brúkt eftir ætlan. Hon ásannar tó, at tað er lættari sagt enn gjørt.
-Lærarar hava jú metodufrælsi, og vit kenna frá okkum sjálvum, hvussu sjáldan vit tíma at sláa upp í eini brúkaravegleiðing. Sama er galdandi innan lærarayrki. Tað eru ikki allir lærarar, sum tíma at sláa upp í eini lærarabók hvønn dag, sigur nýggi ritstjórin.
Marjun Ziskason, sum er 42 ára gomul, tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla 1989. Fyrstu árini arbeiddi hon við innskúling í skúlanum á Brekku og tók síðani útbúgving sum lesipedagogur. Seinastu 11 árini hevur Marjun undirvíst í Skúlanum á Ziskatrøð, mest í føroyskum.