Marjun Lómaklett er prestur í dag

Jesus sigur: “Eg eri vegurin, sannleikin og lívið. Eingin kemur til Faðirin uttan við mær!”

Andakt til 3. sunnudag eftir páskadag: Jóh. 14,1-11. Sálmur 79. - Troystaríki gleðiboðskapurin til okkum er, at vit eiga bert - í trúnni á Hann - at fylgja í fótafetum Jesusar.

##med2##

Tí Kristus hevur fyrireikað vegin og bústaðin  - ja slóðað leiðina, sum undangongurmadur okkara - "heim" til himmals. Latum okkum tí - eisini í dag takka fyri - og hoyra orð Jesusar: "Trúgvið á Gud, og trúgvið á meg!" - Tí Hann hevur lovað at vera við okkum allar dagar alt til veraldar enda!

Amen