Jólatræið í Vestmanna verður tendrað fríggjadagin hin 29. november klokkan 17. Tað verður Marjun í Kálvalíð, prestur, sum fer at halda røðu.
Vestmanna Hornorkestur, Vestmanna Sangkór, Vestmanna Kirkjukór og ung úr Missiónshúsinum fara eisini at luttaka.
Sum vanligt er, tá jólatræ verður tendrað, koma jólamenninir eisini við pakka til børnini.
Eftir haldið verða øll boðin til kakao og bollar á Staðnum.
Tá haldið er liðugt umleið klokkan 18, letur jólasølan upp í handlinum hjá Niels hjá John, og eisini verður kafé í íbúðini.
Myndina hevur Hilbert Elisson tikið.