Marjun Kalsø, venjari hjá Mjølnir.-kvinnum heldur, at núverandi kvinnuliðið hjá felagnum er tað sterkasta nakrantíð, har talan er um eitt lið við høgum spælarum, sum hava vant flogbólt líka frá barnaárunum, og sláa hart við netið.
Marjun Kalsø rennur ikki undan, at Mjølnir er favorittur í steypafinaluni ímóti SÍ, men talan er also um bara ein dyst, og tí ræður tað um at verða til reiðar til ta stóru uppgávuna.
Allur Mjølnir-hópurin er farin suður til Havnar í dag, fyri at fyrireika seg væl til steypafinaluna, sum byrjar klokkan 13.30 í morgin.
Seinnapartin prátaði Rás2 við Marjuna Kalsø. Tað ber til at hoyra prátið undir greinini.