Marjun Joensen King 60 ár

Í dag, mikudagin 2. august, verður Marjun Joensen King 60 ár

Hon er ættað úr Leirvík og hevur búð nógv tann størra partin av lívinum uttanlands. Kanska fleiri komast við hana frá sjónvarpssendingini Ymisk lív.
Foreldrini hjá Marjun eru Solborg, sum er ættað úr Gerðum í Klaksvík, og John Joensen á Geilagarði í Leirvík. John doyði í 1990. Børnini hjá Solborg og John eru Sofus (1941) í Leirvík, Jákup (1944) búði í Leirvík. Hann doyði í november í 2005. Marjun, Jósleiv (1948) í Leirvík, Anna Absalonsen (1952) í Havn, Ingvar (1953) í Leirvík, Sólbjørg Petersen (1956) í Havn og Jónvør Christiansen (1961) í Havn.
Marjun droymdi um at gerast korrespondentur, og dreymurin gjørdist til veruleika, eftir at hon hevði verið víða og lært mál. Blaðung fór hon til Havnar at tæna og ganga í handilsskúla um kvøldarnar. Hon var eisini í Klaksvík, har hon gjørdi handilsskúlan lidnan.
Marjun lærdi spanskt í Spania, týskt í Týsklandi, eingilskt í Onglandi og franskt í Fraklandi, har hon eitt skifti var í trúboðanarfelagsskapinum OM. So lærdi hon til korrespondent í sponskum og eingilskum í Keypmannahavn. Hon var liðug miðskeiðis í sjeyti árunum. Eftir tað arbeiddi hon eitt stutt skifti í Útvarpi Føroya og síðani á nýstovnaðu Frímerkjadeildini hjá Postverkinum.
Lívsstarvið hjá Marjuni var í EEC ella ES, sum tað nú verður nevnt. Hon arbeiddi fyrst í Brússel, so varð hon útsend til Tel Aviv í Ísrael í fimm ár, og miðskeiðis í áttati árunum flutti hon til London. Har skuldi hon eisini havt verið avmarkaða tíð, men eftir at hon varð gift og búsett í London, helt hon fram at arbeiða á ES skrivstovuni har, inntil hon í fjør legði frá sær.
Marjun giftist í 1990 við James King, sum er ættaður úr London. Tey giftust í All Souls kirkjuni mitt í London. Har kenna tey seg heima, og har hava tey hitt nógvar føroyingar.
Tá ið dugnalig, fryntlig, fyrikomandi og hjálpsom føroysk kvinna hevur verið á ES skrivstovum í fleiri londum, so hava føroyingar á so ymiskum hátt fingið gagn av hesum. Eitt nú politiski myndugleikin, embætisstættin, vinnulívið, einstaklingar og ikki minst pressan og eisini Sosialurin. Saman við øðrum dugnaligum fólkum sum Louis Wilson og Kate Sanderson hevur Marjun mangan vart føroyska borg, ikki minst tá ið ágangurin uttan í heimi hevur verið stórur orsaka av herferðum móti grindadrápi. Eisini hevur Marjun verið ein av stuðlunum í føroyska umhvørvinum í London.
Marjun og James eru sera hjálpsom, og tey eiga vinfólk nógva staðni á knøttinum. Teimum dáma væl at ferðast, og tey hava víðgreinað áhugamál. Marjun hevur altíð lisið nógv, og hon hevur søguligt innlit og fylgir væl við í gongdini kring heimin. Ikki minst í Miðeystri og Ísrael, sum hon altíð hevur havt serligan áhuga fyri og tokka til.
Hóast hon hevur verið burturi úr Føroyum í so mong ár, so hoyrist lítið til tað á góða føroyska bygdarmálinum. Hon vitjar ofta mammuna og restina av familjuni í Føroyum, og hon og James hava ofta føroyska vitjan í Ealing í London, har tey búgva.
Á 60 ára degnum í dag er møguleiki at heilsa upp á Marjuna í brøðrasalinum Hebron í Leirvík, har øll eru hjartaliga væl komin frá klokkan 18 í kvøld.J