Á tíðindafundi á Tjóðpallinum seinnapartin varð avdúkað, hvør føroyskur høvundur verður innstillaður til barna- og ungdómsbókavirðislønina hjá Útnorðurráðnum.
Og tað gjørdist ungdómsbókin »Skriva í sandin«, sum Marjun Syderbø Kjelnæs hevur skrivað.
Bókin snýr seg um eitt vikuskifti í Havn, sæð við 10 ymiskum eygum og harvið frá 10 ymiskum sjónarhornum. Bókin kom út í fjør.
Marjun er produktivur rithøvundur, og byrjaði við einari skaldsøgu ætlað tilkomnum. Síðani hevur hon skrivað tríggjar barnabøkur, áðrenn Skriva í sandin, ið sum nevnt er ungdómsbók.
Í løtuni arbeiðir hon við einari bók ætlað vaksnum.
Tey, ið hava fingið heiðurslønina higartil eru:
2010 Kirkegården af Gerður Kristný
2008 Spøgelsesspor af Kristín Helga Gunnarsdóttir
2006 En hund, en kat og en mus af Bárður Oskarsson.
2004 Englen i Vestbyen af Kristín Steinsdóttir og Halla Sólveig Þorgeirsdóttir.
2002 Historien om den blå planet af Andri Snær Magnason.
Sostatt vórðu tað íslendingar, sum vunnu tvey tey fyrstu árini, síðani ein føroyingur, og so aftur tveir íslendingar. So hagtølini eru við Marjun Syderbø Kjelnæs hesaferð.
Vinnarin verður kunngjørdur í august komandi ár, og við heiðrinum fylgja eisini 60.000 krónur.